Tað hevur gingið striltið hjá týska kanslaranum Angela Merkel at skipa nýggja stjórn í kjalarvørrinum av týska valinum 24. september, har flokkurin hjá kanslaranum, Kristindemokratarnir (CDU) og systurflokkurin CSU, vunnu 33 prosent av atkvøðunum. Hóast talan var um eina afturgongd á átta prosent, so varð valúrslitið kortini tulkað sum ein sigur fyri sitandi stjórn, tí tað gekk uppaftur verri hjá Sosialdemokratunum (SPD), ið einans fekk 20 prosent av atkvøðunum. SPD er hin stóri flokkurin í týskum politikki og sat fram til valið í samgongu við CDU og CSU.
Men tríggjar mánaðir eftir valið, hevur tað enn ikki eydnast Angela Merkel at skipa nýggja stjórn. Sunnudagin slitnaðu samráðingar millum CDU/CSU, konservativa blokkin og Teir Grønu, tá Frælsisdemokratarnir, FDP, fóru frá samráðingarborðinum, og síðan hevur gingið so mikið illa hjá kanslaranum at skipa stjórn, at politiskir viðmerkjarar hava tosað alsamt meira fyri møguleikanum at útskriva nýval.
Angela Merkel hevur afturvíst hesum, og gjørt greitt, at tað kann man ikki bjóða veljarunum, ið júst hava verið á vali.
- At biðja veljarar fara aftur í valhølini aftur, hevði verið fullkomiliga skeivt, segði Merkel á eini lokalari ráðstevnu hjá CDU, sambært Reuters tíðindastovuni.
Fyrri í vikuni fekk kanslarin tó eitt tilboð, ið kann gerast tað, ið skal til fyri at loysa fastlæstu støðuna, tá SPD boðaði frá, at tey vóru klár at fara undir samráðingar við CDU um eina nýggja stjórn. Fram til fríggjadagin hevur SPD, ið hevur sitið í stjórn síðstu fýra árini, annars blankt avvíst møguleikanum fyri at samráðast við CDU.
Sambært Reuters tíðindastovuni er tað týski forsetin Frank-Walter Steinmeier, ið hevur gjørt sína ávirkan galdandi og slóðað veg fyri, at teir stóru flokkarnir í týskum politikki nú tosa saman aftur. Seinni í vikuni verður forsetin vertur fyri ein fund millum Angela Merkel og leiðaran fyri SPD Martin Schulz.
Tað er tó ikki bara sum at siga tað, at fáa teir báðar stóru flokkarnar í týskum politikki at samstarva, tí síðan endan av 2. veraldarbardaga er tað einans hent tríggir ferðir. Kortini er tað júst Angela Merkel, ið hevur megnað at fingið samstarv í lag tvær av teimum ferðunum.
Fyrstu ferð CDU og SPD skipaðu stjórn var í árunum1966 til 1969, meðan hinar báðar ferðirnar vóru frá 2005 til 2009, ið var fyrstan setan hjá Angela Merkel sum kanslari, og aftur síðstu fýra árini.