Sosialdemokratar nýggjan formann

Á landsfundi hjá sosialdemokratiska flokkinum í Svøríki í dag varð Håkan Juholt valdur til floksformann. Hann varð einmælt valdur. Håkan Juholt tekur við eftir Monu Sahlin, sum gjørdi av at siga formansstarvið frá sær eftir tað sera vánaliga úrslitið, sum flokkurin fekk á ríkisdagsvalinum seinasta heyst. Úrslitið var tað ringasta í næsta 100 ár.

Aftan á formansvalið í dag takkaði tann nýggi formaðurin fyri heiðurin, og hann takkaði Monu Sahlin fyri arbeiði hennara. Samstundis ávaraði hann floksfelagarnar og segði, at tað verður ikki lætt at loysa trupulleikarnar eftir valósigurin í fjør.

-Vit mugu vinna stuðulin og álitið aftur, segði tann nýggi formaðurin í takkarrøðuni. Hann kann so ugga seg við, at sambært teimum seinastu meiningakanningunum fær sosialdemokratiski flokkurin støðugt størri stuðul millum svensku veljararnar.