Bókin ?SOS-Knúkur?, sum Grækaris Djurhuus Magnussen gav út fyri jól, er nú aftur at fáa í bókabúðunum.
Bókin, sum snýr seg um flogvanlukkuna í Mykinesi 26. september í 1970, varð útseld longu slaka viku undan jólum. Forlagið prentaði annars 3000 eintøk og væntaði, at tað var ríkiligt.
Eftir nógvar áheitanir hevur Forlagið Steyrin so gjørt av at prenta eitt minni upplag av bókum uppaftur. Og SOS-Knúkur er tískil aftur at fáa í bókabúðunum nú.
Kort komin aftrat
Nú bókin kortini varð prentað uppaftur, gjørdi høvundurin av at fáa nøkur kort í bókina aftrat. Eitt yvirlitskort vísir kósina, sum vanlukkuflogfarið hevði í mun til flogvøllin í Vágum, tá vanlukkan hendi. Ein onnur tekning vísir, hvussu flogfarið rakti vøllin og hvussu tað brotnaði. Seinasta yvirlitið vísir, hvar í flogfarinum ymisku fólkini sótu, tá vanlukkan hendi.
Av tí at kostnaðurin at prenta eitt minni upplag av nýggjum er lutfalsiga nógv hægri enn upprunaliga prentingin, og tá nakrar síður eru komnar í bókina aftrat, er kostnaðurin á bókini eisini eitt vet hægri enn upprunaligi kostnaðurin.
SOS-Knúkur kostar 280 krónur í bókabúðunum.