##med2##
Skála og ÍF syrgdu fyri einum tí mest undirhaldandi dystinum í Betrideildini hetta kappingarárið, ið endaði við javnleiki 4-4. ÍF var á odda 2-0, Skála var á odda 3-2, ÍF var á odda 4-3, og í 95. minutti fekk Skála tryggjað sær eitt stig.
Tað eina stigið hevur sera stóran týdning fyri Skála, ið nú hevur fýra stig upp til AB. Haraftrat hevur Skála eina betur málúrtøku enn AB.
Skála - ÍF 4-4 (2-2)
0-1 Filip Djordjevic (20.)
0-2 Filip Djordjevic (23.)
1-2 Kristian Martin Jacobsen 1-2 (36.)
2-2 Andreas Egeberg Jacobsen 2-2 (39.)
3-2 Ronni Møller-Iversen 3-2 (58.)
3-3 Filip Djordjevic 3-3 (66.)
3-4 Uros Stojanov 3-4 (67.)
4-4 Jóhan Bergson Johansen 4-4 (95.)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1:
1) Hoyr heimildarmannin hjá FM1, Sverra Jensen siga frá málinum til 4-4 sum fullførdi drama´ið undir Mýruhjalla á Skála í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein fegnan høvuðsvenjara hjá Skála, Sorin Anghel sum greiðir frá rutsjibanatúrinum hann fór ígjøgnum í kvøld, og hvussu týðandi tað var at fáa eitt stig, serliga aftaná vónbrotið móti Víkingi har Skála misti eitt stig í tíðini dómarin hevði lagt aftrat.
3) Hoyr samrøðuna FM1 gjørdi við ein vónbrotnan og ørkymlaðan Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen. Hans Jørgen heldur avgjørt, at Jóhan Bergson Johansen førdi bóltin við hondini. Hans Jørgen fortelur, at fleiri spælarar hjá Skála viðgingu hetta fyri honum, og Hans Jørgen heldur, at talan var um út av lagi vánaliga døming, har ÍF misti tvey stig.
##med3##