Bólkurin hevur síðan byrjanina í 2003 spælt rættiliga fitt. M.a. gjørdist hann nummar tvey í Gospel Prixnum og gjørdi eisini jaliga vart við seg í Prix Føroyum í 2005.
Talan er um ein gittarrokkbólk. Gittararnir eru dominerandi í ljóðmyndini, og skapa eina droymandi kenslu. Tað er rátt og vilt, og vakurt.
Eina løtu eru dreymarnir stillir og so spakuliga gerast teir villir. Bassur og trummir eru trygga grundin, sum gittararnir hava støðið á. Direct Level er vælsignaður við einum framúr sangara, og røddin hóskar sera væl til stílin. Melodiðirnir hjá bólkinum eru vakrir, og røddin ber løgini.
Bólkurin hevur síðan hann fekk nýggjan trummuleikara fyrr í ár vant rættiliga málrættað. Nógv nýtt tilfar er gjørt og ætlanin um ein fløgu er komin nærri.