Sorgblíður Heini O. Heinesen

Við sorgblídni ásannaði Heini O. Heinesen, at hann gjørdist ov stuttur til ein tingsess í komandi valskeiðið eftir 19 ár á tingi

Klaksvík:
? Sjálvandi eri eg vónbrotin, at eg ikki longur eri við í tí, sum man hevur verið við til at byggja upp seinastu 19 árini, sigur Heini O. Heinesen, fyrrverandi tingmaður hjá Tjóðveldisflokkinum í norðoyggjum.
Heini sigur tó, at um ein landsstýrissessur stóð honum í boði, so tók hann av. Ella um Karsten Hansen fer aftur í landsstýri, so fer Heini aftur á ting.
? Eg eri ikki farin nakran veg, eg verði altíð tann sami, so um tað stendur mær í boði, so taki eg sjálvandi av, sigur Heini, sum ynskir at takka øllum veljarunum kring landið, sum hava stuðlað flokkinum og honum persónliga.
? Men tað ber sjálvandi ikki til at siga nakað um samgongu og landsstýrismenn enn, so tað er bara at bíða og síggja, hvussu leikur fer.
Heini hevur nøkur hugskot um, hvør orsøkin er, at hann ikki varð afturvaldur.
? Tað hevur ongantíð verið vældámt í Føroyum, at tú setir ting uppá sítt pláss, so tað hevur óivað eisini havt sín prís, sigur Heini og hugsar her um sín formansess í landsstýrismálanevndini.
Hann heldur eisini, at hann hevur góð úrslit at vísa á frá sínum arbeiði, har landið nú hevur ein línu ?og útróðrarflota við yvirskoti.
Hann dylir tó ikki fyri vónbrotinum og sigur, at tá hann gjørdi av at stilla uppaftur til hetta valið, var tað tí, at hann metti seg hava ein boðskap. Hann vildi innaftur á ting at verja vunnin rættindi.
? Men nú sigi eg sum Asbjørn Joensen, sáli, einaferð segði við meg. Tú fært ikki løn fyri tað, sum tú hevur gjørt, men heldur tað, sum tú lovar at gera og ongantíð gert, sigur ein sorgblíður Heini O. Heinesen, sum tó leggur dent á, at hann ber ikki agg til nakran.
Hann er fegin um góða úrslitið hjá flokkinum og ynskir øllum teimum, sum vórðu vald til lukku.