Seks ára gamli sonurin hjá Backstreet Boys-stjørnuni Brian Littrell, Baylee, hevur eina álvarsliga hjartasjúku.
Fyri nøkrum vikum síðani noyddust Brian og kona hansara Leighanna at koyra lítla sonin á sjúkrahúsið, har læknarnar vildu hava hann at verða verandi. Eftir at hava gjørt kanningar í fleiri dagar, kundu stúrandi foreldrini nú siga frá keðiligu diagnosuni. Baylee hevur eina akutta, sjáldsama hjartasjúku, sum kallast Kawasaki Disease.
- Kawasaki Disease gevur bruna í hjartaarteriunum og loypir eisini á blóðkarsveggirnar í smáu og miðalstóru arteriunum, sum renna gjøgnum allan kroppin.
Tíverri vóru hjartaarteriurnar hjá Baylee eisini álopnar, skrivar Brian á heimasíðu síni.
Eisini sigur sangarin frá, at sonur hansara aftur er komin til hús, men hann skal halda áfram sum ambulantur sjúklingur á Scottish Rite Children?s Hospital í Atlanta.
- Læknarnir fara at hyggja væl eftir honum komandi seks vikurnar fyri at tryggja sær, at viðgerðin riggar.
Eftir at hava staðfest hvussu álvarslig støðan hjá soninum var, bað Bacstreet Boys-sangarin fjepparar um allan heim um at biðja fyri soninum og hann takkar nú inniliga fyri allan stuðulin, hann og familja hansara hava fingið.