Eina viku seinni 14. september andaðist skyldmaður hansara Kristin Tórur Bærentsen úr Skopun, 27 ára gamal av einum óhappi á lónni á Sandi, har hann var farin at svimja sum froskmaður. Kristin var sonur Sólvá og Sigurd Bærentsen, lærara.
Sigurd Bærentsen andaðist fyri tveimum árum síðani av sjúku, 57 ára gamal, so Kristin er nú fluttur heim til faðir sín. Edmund eigur trý systkin, sum hann kann vera saman við heima hjá Harranum. Sorgardagur. Okkara hjørtu eru sundurbrotin. Vit syrgja og sakna tykkum so ómetaliga nógv.
»Guds náði okkum ber, tá eingin vón er longur«
Vegna familjurnar
Sólvá og Fríbjørg
Hesin sangur, sum Fríðbjørg yrkti til jarðarferðina hjá einum øðrum skopuningi, sum eisini doyði ungur, varð sungin til jarðarferðirnar hjá Edmundi og Kristini.
Tað stóð eitt træ í mínum lívsins garði
við fýra føgrum reyðum rósum á.
Nú stendur træi mítt við trimum rósum,
tann eina er ei meira trænum á.
Ein dag tá Gud sær rósu vildi velja
at planta heima í sín rósugarð.
Ta fagrastu, ið var, hann vildi finna.
Hann hana fann í garðinum hjá mær.
Gud hevur tikið mína føgru rósu
og planta hana í sín rósugarð.
Har skal hon standa trygg í allar ævir,
ei nakað hóttir rósu mína har.
Mín Gud tú ert mín troyst, eg á teg líti,
tó ei eg altíð skilji, tað tú gert.
Eg syrgi mína føgru reyðu rósu.
Eg skilji ei, hví hon ei meir er her.
Men ein dag Guð, tá heim til tín eg komi,
tá skal eg skilja alt, sum hendi her.
Tá skal eg aftur síggja mína rósu
har heima hvar, ið skilnaður ei er.
Nú stendur træi mítt við trimum rósum,
tann eina blómar í Guds faðirs garð.
Har er hon vard mót lívsins ódnarstormum,
ei nakað hóttir rósu mína har.