Gary Barlow úr Take That hevði í nátt torførastu framførsluna á yrkisleið síni, fyri 80.000 fólkum í London og sjónvarpshyggjarum kring allan heimin.
Take That vóru við til endabrestin, tá OL 2012 endaði í London í gjár, og Gary og Take That fóru á pall saman við eitttnú George Michael, Anne Lennox, Spice Girls, Queen og The Who.
Men fyri viku síðani gjørdist Gary pápi til eina deyðfødda dóttur, men hann valdi í stóru sorgini at fara á pallin til OL endabrestin.
Allan fyrrapartiní gjár var ivi um, hvørt Gary Barlow var førur fyri at fara á pall, og meðan onnur vandu allan dagin, kom Take That seint á listan yvir tey, sum skuldu á pallin










