Sorg - missur - meining

Í juni mánaða í fjør høvdu føroysku prestarnir skeið í sálarrøkt, har annar fyrilestrahaldarin var Bent Falk, prestur og psykoterapeutur. Longu tá varð avrátt, at Bent Falk skuldi koma aftur, og í hesum døgum eru prestarnir á framhaldandi skeiði í Norðurlandahúsinum.

Bent Falk er kendur fyrilestrahaldari og skeiðsleiðari í Norðurlondum og í Týsklandi. Umframt at undirvísa á hægri lærustovnum eru tað serliga prestar, psykoterapeutar og starvsfólk á sjúkrahúsum, sum hava boð eftir honum. Bent Falk hevur skrivað tvær bøkur: "At være dér hvor du er" er um at samrøða, og er serliga ætlað fólki, sum í teirra arbeiði eru um fólk, sum stríðast við tungar spurningar. "Kærlighedens pris" er guðfrøðiligar og sálarfrøðiligar greinir um lív og trúgv. Við á ferðini hesaferð er Inger Bollerup, sjúkrasystir og psykoterapeutur.

Í fjør helt Bent Falk fyrilestur fyri stúgvandi fullari útvarpshøll, og nú hóskvøldið 24. februar kl. 19.00 skipa Prestafelagið og Føroya Læraraskúli fyri almennum fyrilestri í læraraskúlahøllini við evninum "Sorg - missur - meining" við Bent Falk.