Sophus skal venja Neistan

Sophus Dal-Christiansen skal komandi tvey árini venja besta kvinnuliðið hjá Neisatnum

 

Hondbóltur


Hóast tað enn eru nakrir mánaðir, áðrenn farið verður í holt við komandi kappingarár í hondbólti, so eru feløgini longu í ferð við at fyrireika seg til hetta. Ein partur av fyrireikingunum er sjálvsagt at finna venjarar til árið, og hjá summum liðum er hetta nú um at koma í rættlag.


Sophus til Neistan

Hjá Neistanum hevur ein av spurningunum verið, hvør skal venja besta kvinnuliðið hetta kappingarárið, og her er felagið nú komið ásamt við Sophus Dal-Chistiansen, sum skal taka sær av liðnum tey bæði komandi árini.

Sophus hevur í tvey ár vant besta mansliðið hjá Kyndli, og undan hesum hevur hann eisini í fleiri ár vant kvinnurnar hjá Kyndli. Hóast hann bert er 32 ára gamal, so telist hann longu nú millum mest royndu venjararnar í landinum, og í Neistanum dylja tey heldur ikki fyri, at tey eru fegin um, at hetta hevur eydnast.

Sagt verður, at tá leitast skuldi eftir einum nýggjum venjara, vórðu kvinnurnar fyrst spurdar eftir, og tær peikaðu fyrst og fremst á Sophus sum rætta mannin til arbeiðið. Víst varð á arbeiðið, sum hann hevur gjørt í Kyndli, har hann saman við leikarunum megnaði at bróta einaveldið, sum Neistin hevur havt í kvinnudeildini, og í Neistanum vóna tey nú, at hann kann gera eitt líknandi arbeiði hjá teimum bláu.


Ongan útlending

Neistin, sum í fjør, endaði á einum fjórða plássi í landskappingini, var eitt av fáu liðunum, sum ikki gjørdi nýtslu av útlendskum leikarum. Enn er ikki avgjørt, um nøkur útlendsk verður at síggja á liðnum komandi vetur, men tey ásanna kortini, at útlendska ávirkan er vorðin sera stór seinnu árini. Hinvegin vilja tey í fyrsta umfari royna egnar kreftir, og so síggja, um hetta er nóg mikið, ella talan skal gerast um útlendskan styrk.

Annars rokna tey í Neistanum við at hava á leið sama leikarahóp, sum tey høvdu ífjør, til komandi kappingarárið. Okkurt ivamál er um einstakar leikarar, men hinvegin verður vóna, at Gunnleyg Berg nú aftur verður at síggja í felagnum eftir eitt ára longu útlegdina í Íslandi. Harumframt er Inga Danberg nú aftur um at koma fyri seg, og møguliga tekur hon eitt tørn afturat, skilst úr Neistanum.


Spennandi uppgáva

Sjálvur heldur Sophus Dal-Christiansen, at tað verður ein spennandi uppgáva, sum hann nú skal í holt við. Burtur sæð frá einum ári sum spælari, hevur hann altíð verið í grøna kyndils-búnanum, so talan verður í so máta um nakað nýtt fyri hansara viðkomandi.

- Hetta er so ein nýggj avbjóðing hjá mær, sum eg haldi sær bæði spennandi og lovandi út. Sjálvur haldi eg eisini, at mann skal hava friska luft viðhvørt, so alt í alt er hetta ein uppgáva, sum eg gleði meg til, sigur nýggi neistavenjarin í stuttari viðmerking við Sosialin.