Sonur Kim Larsen gevur single út

Hjalmer er sonur Kim Larsen og er nú úti við síni fyrstu útgávu.

Tann 21 ára gamli Hjalmer, ið er av Fjóni, hevur verið á plakatini til Smukfest festivalin, men umframt er hann nú á gøtuni við síni fyrstu útgávu.

 

Hjalmer er sonur donsku tónleikalegenduna Kim Larsen.

 

Lagið kallast Hjem Til En Anden, og er úrslit av, at Hjalmer hevur samstarvað í upptøkuhølunum við Pitchstifters og Lasse Lyngbo, ið eittnú áður hava samstarvað við Medinu og Vinnie Who.