Júst sum skiftisráðið í Libya lýsti landið at vera frítt og frælst eftir 42 ára einaræði, kunngjørdi næstelsti sonur Muammar Gaddafi, Saif al-Islam, at hann fer at halda frma við bardaganum ímóti landsins nýggja stýri og NATO.
-Hetta er okkara land. Tað er her, vit liva, og tað er her, vit doyggja. Vit halda fram við mótstøðuni, segði tann 39 ára gamli Saif al-Islan í einari ljóðupptøku sambært arabiska sjónvarpinum Al-Arabiya.
Saif al-Islam er tann einasti av synum Gaddafi, sum framvegis er í Libya, men sambært skiftisráðnum hava hermenn hjá ráðnum kringsett eitt øki, har Saif al-Islam eftir øllum at døma fjalir seg.
Abdel Majid Mlegta, sum er hernaðarligur talsmaður hjá skiftisráðnum, sigur við Reuters, at hermenn hjá ráðnum halda eygað við einum øki sunnan fyri býin Bani Walid.










