Saif al-Islam, sum er sonur fyrrverandi libyska einaræðisharran Muammar Gaddafi, er sinnaður at geva seg yvir til Altjóða Revsidómstólin í Haag. Tað sigur ein heryvirmaður hjá libyska skiftisráðnum við tíðindastovuna Reuters.
Tíðindstovan skrivar, at fyrrverandi ovastin fyri fregnartænastuni hjá Gaddafi er eisini sinnaður at geva seg yvir til dómstólin í Haag. Dómstólurin hevur langt síðani sent út altjóða áheitan um, at teir báðir skulu handtakast og sendast til Haag.