07 Vestur stóð fyri tí helst mest skelkandi einkulta úrslitinum í Betrideildini hetta kappingarárið, tá teir á útivølli í Sarpugerði í Norðragøtu vunnu 4-1 á verandi FM-vinnarunum, Víkingi.
Aftaná dystin prátaði Petur Asbjørn Lervig hjá FM1 við danska áleyparan hjá 07 Vestur, Sonny Jacobsen sum gjørdist stóra hetjan hjá útiliðnum við at skora hattrick, og við at vinna liðnum eitt brotsspark sum førdi til fjórða málið hjá liðnum.
- Ja hatta var ein góður dagur á kontórinum. Tað liggur til fólk úr Vesturjútlandi og Norðurjútlandi at verða meira eyðmjúk heldur enn at reypa. Og tað hoyrdist eisini á Sonny Jacobsen, ið hevur eina fortíð á besta liðnum hjá Thisted.
Sonny Jacobsen hevur vónir um, at 07 Vestur kann toga seg uppum AB, og so er at vóna, at níggjunda plássið aftur er nóg mikið hesaferð til at yvirliva í deildini.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi á FM1 við Sonny Jacobsen aftaná minniliga stórsigurin hjá 07 Vestur í Sarpugerði seinnapartin í dag.
Samrøðan Petur Asbjørn Lervig gjørdi við hjálparvenjarin hjá Vìkingi, Gert Hansen hoyrist HER









