Sonnu Finnarnir, sum vunnu stórsigur á finska ríkisdagsvalinum herfyri, hava tikið seg burtur úr samráðingunum um at skipa nýggja stjórn. Høvuðsorsøkin er, at flokkurin er misnøgdur við, at hinir flokkarnir eru til reiðar at styðja ætlanina hjá ES at lata Portugal ein hjálparpakka.
Júst mótstøða ímóti ES-hjálpini til Grikkalands, Írlands og Portugals var ein orsøk til tað góða valúrslitið hjá flokkinum tann 17. apríl, tá Sonnu Finnarnir fingu 19 prosent av atkvøðunum.
Timo Soini, floksformaður, sigur, at flokkurin vann valið við at lova veljarunum eina ávísa kós, og ta kósina fer flokkurin at halda nú eftir valið. Tí ber ikki til at gera neyðsemjur, sigur hann.









