TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Sonna Ragnar Nattestad, aftaná 1-3 tapið ímóti Norðurírlandi.
Sonni Ragnar hevði eitt flott gjøgnumbrot í brotsteiginum hjá Norðurírlandi, har hann hegnisliga legði bóltin innfyri til Jóan Símun Edmundsson, sum javnaði til 1-1. Sjálvur hevur Sonni Ragnar onga forkláring uppá hvussu hann gjørdi, men hann staðfestir, at hann legði upp við ti veikara fótinum - høgra fóti - men hann dugir at fegnast um, at hann hevur gjørt eitt assist í einum dysti fyri Føroyar.
Úrslitið er Sonni Ragnar alt annað enn nøgdur við, og betri átti eisini at verið dekka upp, tá norðurírar skoraðu aftaná deyðbóltsstøður til 1-0 og 2-1.










