FC Midtjylland vann seg í kvøld víðari í donsku steypakappingini. Teir vunnu 4-2 á FC Djursland. Føroyski U21 landsliðsmiðverjin, Sonni Ragnar Nattestad, spældi allar 90 minuttirnar í miðverjuni.
Hann var ein av trimum spælarum, sum fekk debut á besta liðnum í einum kappingardysti.
- Tað var ein torfør byrjan, men í seinna hálvleiki rigaði betri. Eg haldi at persónliga avrikið er góðtikið, sigur Sonni Ragnar Nattestad við FCM TV.
Sonni Ragnar Nattestad hevur verið smáskaddur í eina tíð, men er nú komin fyri seg.