Sonni Ragnar Nattestad bleiv í dag kosin til dagsins spælara fyri AC Horsens, sum tapti fyri AGF í næst bestu deildini í Danmark. AC Horsens og AGF verða mett sum tvey av liðnum, sum koma at spæla um uppflyting.
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast við at trýsta á HER (www.onside.dk)
Føroyski miðverjin, sum er útleigaður frá FC Midtjylland, byrjaði inni, men bleiv útskiftur stutt fyri tíð, tá AC Horsens skuldi leypa á. AGF økti tó til 2-0. Endaliga úrslitið bleiv 2-1 til gestirnar úr AGF.
Kristian Joensen sat á bonkinum hjá Lyngby, sum vann 2-0 á HB Køge. Lyngby liggur nú á triðja plássi við 17 stigum. Sonni Ragnar og AC Horsens hava 14 stig á fimta plássi.










