Sonni og FC Midtjylland skiljast

Sonni Ragnar Nattestad hevur ikki longur sáttmála við FC Midtjylland

Superligafelagið, FC Midtjylland, og 21 ára gamli føroyski landsliðsspælarin, Sonni Ragnar Nattestad, eru komin ásamt um at gevast við samstarvinum og skræða sáttmálan, sum annars var galdandi til 2018.

 

Ungi verjuspælarin fór ongantíð avstað aftur, eftir at hann kom heim til Føroyar í summar. Hann var annars útleigaður til Vejle fyri restina av hesum kappingarárinum.

 

- Persónligar orsøkir gera, at eg havi havt brúk fyri einum steðgi frá fótbólti. Her í lívinum er onkuntíð neyðugt at skifta kós, fyri at finna útav hvat er rætt fyri teg, sigur Sonni Ragnar Nattestad í tíðindaskrivi.

 

- Vit eru keddir vega Sonna Ragnar. Vit høvdu vóna, at samstarvið við hann hevði givið onnur úrslit enn hetta. Hann hevur tað, sum skal til fyri klára seg í fótbóltsheiminum. Vit vóna, at hann fær yrkisleiðina á røttu kós aftur, sigur Claus Steinlein, ítróttarstjóri í FC Midtjyllandi.

 

Í Vejle var ætlanin, at geva Sonna Ragnar møgleikan.

 

- Vit iðra okkum um støðuna, men hjálpa gjarna einum ungum manni víðari í lívinum, og lata hann finna útav hvat hann ætlar við lívinum, sigur Steen Thychosen, ítróttarstjóri í Vejle.

 

Sonni Ragnar Nattestad venur í løtuni við B36, meðan støða verður tikin til hvat skal henda í framtíðini. Hann kann ikki skifta til nakað føroyskt felag, tí flytingarvindeygað er latið aftur. Tað er heldur ikki upp á tal at skifta til eitt føroyska felag í nærmastu framtíð.

 

- Eg ynski FC Midtjyland alt tað besta, og eri takksamur fyri háttin teir og Vejle hava avgeitt støðuna viðvíkjandi mær, sigur Sonni Ragnar Nattestad.

 

Sonni Ragnar bleiv í gjár úttikin til landsliðið, sum fyrst í komandi mánaði skal spæla móti Norðurírlandi og Finnlandi.