Sonni Larsen: Ein spennandi og góður bólkur

Føroyski landsliðsvenjarin er væl nøgdur við at skula spæla móti Danmark

Føroyski landsliðsvenjarin, Sonni Larsen, er væl nøgdur við at spæla í sama bólki sum Danmark, og sigur soleiðis um dystirnar:

 -"Tað er fantastiskt. Tað verður ein søguligur dystur við mongum týdningum. Har er eitt haturs- og kærleikssamband, eitt stórabeiggja og lítlabeiggja samband og so verður hetta eisini ein dystur millum David og Goliat."

- "Danmark er eitt av fýra bestu liðunum í heiminum, so hetta verður ein risastór avbjóðing, men vit skulu vita um vit ikki klára at arga teir eitt sindur."

 

Umframt Danmark hitta Føroyar eisini Montenegro og Ukraina, og Føroyar eru eisini styrkismettar væl lægri enn hesi londini.

Montenegro verður eisini ein ov stórur biti hjá okkum, heldur Sonni. Hann vísir á at Montenegro hava fleiri kendar leikarar, og serliga vinstri bakkurin Vuko Borozan ímyndar hvørjum støði teir eru á. Borozan er lyklaleikari hjá Vardar Skopje, ið vann Champions League seinasta vár.

 

Ukraina hava vit hitt í vetur og Sonni ætlar sær at avrikið hesaferð skal vera betri enn seinast.

 

-" Vit møttu Ukraina niðri í Italia í vetur, har vit taptu fyri teimum í okkara fyrsta dysti. Hetta var okkara fyrsta dystur í nýggju byrjanini, har vit leitaðu eftir spælinum hjá okkum."

-"Eg hugsi hetta verður eitt gott mótstøðulið, tí at vit vónandi fara at vera sterkari enn seinast vit møttu teimum, og kanska undirmeta teir okkum eitt sindur eisini."

 

 

Útlitini fyri einum úrslitið eru ikki góð í hesum bólkinum, heldur Sonni, og ásannar at málið ikki er at fara víðari úr bólkinum. Men tekur til at “vit skulu gera hvat vit kunnu”.

-"Vit hava onnur mál enn úrslitini. Vit skulu lyfta okkara okkara avriksstøði. Nágreiniliga skulu vit vinna fleiri bóltar í verjuni – og tað krevur eina betri verju í longri løtum enn higartil

-"hesum fáa vit eisini  tíð at arbeiða meira við. Vit fáa fleiri venjingartímar saman enn áður, og hetta fer heilt vist at gera at leikararnir læra hvønn annan betri at kenna -  bæði í verju og álopið".

 

Samanumtikið heldur Sonni at tað verða seks truplir dystir, har serliga danir fara at renna okkum um koll í løtum. Og hesin vandin er eisini til staðar í hinum dystunum.

Um so úrsltini ikki vera tey bestu, so væntar Sonni, at leikararnir fara visa seg væl fram móti heimsstjørnunum.

 

-"Eg eri fullkomliga sannførdur um at vit við okkara avriki og ágrýtni fara at vekja virðing fyri føroyskum hondbólti"

-"Sjálvandi eru danir betri fyri, og tað verður helst ov trupult at nærkast einum úrsliti móti teimum, men okkara leikarir hava rætta hugburðin og eru minst líka harðbalnir sum danirnir."

 

At enda leggur Sonni afturat at okkara leikarar eru á rættari leið, og so við og við fara teir eisini at nærkast hesum londum, ið teir nú fara at royna seg móti.

Les eisini: Føroyar í bólk við Danmark