Sonni gevst í Ajax í summar

Føroyski landsliðsvenjarin gevst í danska felagnum, Ajax eftir hetta kappingarárið

Landsliðsvenjarin á føroyska hondbóltslandsliðnum, Sonni Larsen, takkaði í summar fyri síni trý kappingarár og trý Føroyameistaraheitið í H71 og gjørdi sáttmála við danska felagið AJAX í Keypmannahavn.

Har hevur hann verið venjari hjá U19-dreingjum og hjálparvenjari hjá mansliðnum, har millum annað Brandur Halgirsson er leikari.

Ítrottarligi stjórin í AJAX, Daniel Svensson, sigur við heimasíðuna hjá AJAX, at føroyski landsliðsvenjarin upp á stutta tíð hevur sett sítt merkið á felagið, við greiðari ætlan og skipan, og at hann eigur tøkk fyri tað. AJAX broytir komandi kappingarár í sínum ætlanum og bygnaði, og tí endar samstarvið tá.

"Eg vil gjarna takka Sonna fyri hansara arbeiðið í AJAX, og eg gleði meg at fylgja við hansara hondbóltsferð", sigur Daniel Svensson at enda.

Sonni Larsen sigur í viðmerking við ajax.dk, at hann vil bera tøkk fyri álitið hann hevur fingið frá leikarum og starvsfeløgum.

Harafturat sigur føroyski landsliðsvenjarin, at hann gjarna vildi hildið fram og fullført verkið, sum hann hevur lova dreingjunum, men at hann skilir til fulnar tær broytingar, sum felagið fer undir.

"Eg gleði meg at fylgja við AJAX framhaldandi", sigur Sonni Larsen at enda við ajax.dk