Sonja mælir til time-out á Glasi

- Í løtuni er støðan ruðuleikakend og merkt av óvissum, tí er neyðugt at fáa ein óheftan triðja part inn, sum ikki hevur verið partur av verkætlanini, og sum kann geva eina fatan av, hvat vendir upp og niður, sigur Sonja Jógvansdóttir í tíðindaskrivi í dag.

 

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna, vísir á, at tað standa so nógvir spurningar ósvaraði í samband við Glasir, m.a. tíðarætlanin, trygd og hitaskipan, at í veruleikanum er torført at fáa greiðu á hvussu standurin á verkætlanini er.

 

Hon vísir á, at tað er ringt hjá politiska myndugleikanum at taka eina greiða støðu í hesum málið, tá tað er so torskilt.

 

Sonja Jógvansdóttir vil ikki áleggja nøkrum skuldina fyri málið, men kann bert staðfesta, at tvístøðan millum byggiharra og arbeiðstakara hevur gjørt tað ringt hjá leikfólkið at gera mun hvat er rætt og hvat er skeivt í málinum. Tí mælir hon til, at verkætlanin verður sett á time-out, soleiðis at eitt uttanvelt eftirlit kann koma inn og gera eina støðulýsing av málinum.  

 

Tíðindaskrivið kann lesast her