- Klárar BIll Justinussen at vísa mær á eitt tað einasta dømi, har fólk fáa yvir 30.000 krónur í almennari hjálp, skal hann fáa eina heila mánaðarløn frá mær.
Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, skalv ikki á málinum, tá ið hon bjóðaði Bill Justinussen av at vedda.
Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot frá nettupp Sonju Jógvansdóttir, har hon vildi javntseta fólk við fyritíðarpensjón, við onnur, tá ið tað snýr seg um sjúkradagpening.
Hon sigur, at tá ið lógin um sjúkradagpening varð broytt, vóru fyritíðarpensjónistar fyri mismuni, tí brúka teir teir tey evni, teir hava eftir, at arbeiða verður tíðin, teir kunnu vera í sjúkradagpeningaskipanini, skorin 50% .
Áðrenn vóru fyritíðarpensjónistar javnsettir við aðrar løntakarar.
Bill Justinussen førdi fram á tingsins røðarapalli, at seinasta Løgtingið viðgjørdi lógina um sjúkradagpening var í 2012, og tá fingu tey at vita, at ein persónur við hægstu fyritíðarpensjón fær 14.500 krónur um mánaðin.
Samstundis kundu fyritíðarpensjónstar fáa hægstu dagpeningaveiting, sum er 17.100 krónur um mánaðin, afturat fyritíðarpensjónini.
Sostatt kundi inntøkan frá tí almenna verða upp í góðar 31.000 krónur um mánaðin.
- Er tað hetta, Sonja Jógvansdóttir vil aftur til? spurdi Bill Justinussen
Sonja Jógvansdóttir var skjót at svara, at kundi BIll Justinussen vísa á eitt einasta dømi um, at nakar hevur fingið 31.000 krónur frá tí almenna, skuldi hon geva honum eina fulla mánaðarløn.
- Tað ber rætt og slætt ikki til, at fáa hægstu almennaveiting og fullan sjúkrapeningaveiting.
- Tað, vit tosa um í hesum sambandi, er, at tey við lægstu- og miðal fyritíðarpensjón, skulu fáa sama rætt á arbeiðsmarknaðinum sum aðrir løntakarar hava, staðfestir Sonja Jógvansdóttir.










