Sonja: - Eg skuldi ikki havt bannað

Sonja biður orsaka fyri orðið "helviti"

Í gjár skrivaðu vit á in.fo um, at Sonja Jógvansdóttir á tingsins røðarapallið tók til, at Javnaðarflokkurin er til "helvitis grin". 

 

 

Les tað greinina her: Javnaðarflokkurin er til "helvitis grin"

 

 

Men í gjár skrivaði Sonja Jógvansdóttir á Facebook, at hon skuldi ikki havt sagt sum hon gjørdi. - Tá tú veruliga brennir fyri onkrum er vandi viðhvørt fyri, at tú tekur í so rívan til, skrivar Sonja Jógvansdóttir á Facebook og heldur fram. 

 

 

- Men tað, sum Javnaðarflokkurin ger í pensjónsmálinum er so langt úti, og er at svíkja tí hugsjón, sum hevur myndað flokkin. Ongin ivi er um, at hjarta rennur yvir  at síggja hugsjónina fara so illa, sigur Sonja Jógvansdóttir og ger sína støðu greiðar. 

 

 

- Eg fari komandi vikurnar at geva púra greið boð um eina pensjónsskipan, sum er munandi meira til vinstru enn tað, sum liggur frammi til hoyringar í løtuni, skrivar Sonja Jógvansdóttir á Facebook. 

 

 

Samgongan hevur annars fingið undirtøku fyri pensjónsnýskipanini á løgtingið. Tað er greitt, eftir at semja varð gjørd millum samgonguflokkarnar og Sjálvstýrið um nýskipanina. Kringvarpið veit í dag at siga, at Sjálvstýrið ikki fer at taka undir við uppskotinum hjá Sonju Jógvansdóttir um at hækka grundupphæddina í fólkapensjónini.