Tá Felagið Nótaskip herfyri hevði framløgu um makrelfiskiskapin í fjør, segði Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum, at somu treytir mugu galda fyri allar skipabólkar.
- Annað hvørt skulu allir - ella eingin - hava rætt til at fiska og at taka ímóti makreli við útlendskum skipum við bíligari útlendskari manning.
Felagið Nótaskip legði aftrat, at annað hvørt skulu allir - ella eingin - fylgja avtalum á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
Jógvan Jespersen, sum hevði framløguna vegna Felagið Nótaskip, segði seg meta, at í summar fer at bera til at útvega neyðuga frystiorku, og tá sipaði stjórin ivaleyst bæði til ta frystiorku, sum er og verður á landi - og umborð á skipum undir føroyskum flaggi.