Solveig Steinhólm 80 ár

Í morgin 30. juni verður Solveig Steinhólm av Toftum 80 ár.

Solveig er bóndadóttir av Regni á Toftum, dóttir til Kristian Jóhannus og Annu Malenu Højgaard. Pápin var sonur Dánjal Jákup, bónda á Regni, og Hansinu f. Petersen, ættað úr Saltnesi. Mamman var dóttir Líggjas Joensen við Gjógvará og Kathrinu Toftegaard í Fuglafirði.


Í bóndahúsunum á Regni var nógv at gera, so at arbeiðsdagurin longu frá barni av gjørdist langur. Konufólkini gingu til neytar summarhálvuna yvir til Toftavatn, teirra millum í mong ár - eisini einsamøll - var Solveig.


Sum ung genta arbeiddi hon mest í Oyrahandlinum á Toftum. Var á Føroya Fólkaháskúla eitt skeið, har hon í serligan mun fekk alsk til føroyska stavseting.


16. septembur 1956 giftist Solveig við Sørin, f. Hansen, í Gerðinum á Nesi. Tey búsettust ytst á Toftum. Tey fingu 11 børn í 14 ár, so har var almikið at gera heima. Hesum arbeiði stóð Solveig fyri við góðari hjálp frá manninum, ið syrgdi fyri inntøku og innløgu til húsið. Har nógv eru koma nógv. Hetta er í serligan mun galdandi fyri heim teirra, sum altíð hevur staðið opið fyri fólki - øllum fólki.


Sangur hevur altíð fylgt nógv hjá Solveig. Frá tí at hon var smágenta til í dag hevur hon sungið í kóri. Fyrst hjá pápabeiggjanum Hans Jacob Højgaard so leingi hann hevði Toftakórini. Seinni undir leiðslu av Kristin Højgaard og Mikael J. Heinesen. Síðan og samtíðis skipaði maðurin Sørin Tofta Streingjakóri við góðari hjálp frá Solveig, sum hevur sungið við øll árini líka til í dag.

Kærast hevur henni verið at verið við í sangbólkinum »Tær 4« sum hevur sungið líka frá sjeytiárunum. Tær eru virknar enn.


Eftir at børnini vórð komin undan, fór Solveig at arbeiða á kontóri eina tíð og eitt skifti á Nyki. Fyri nøkrum árum síðani gjørdist maðurin sjúkur og er nú á Ellisheiminum í Rúnavík. Men Solveig steðgar ikki upp enn. Hon ferðast nógv til børnini her heima og uttanlands har nøkur av teimum búgva. Solveig eigur nú 35 barnabørn og 5 langommubørn.


Dagurin verður hildin í Thabor á Toftum í morgin kl. 10 – 14.