Tvey umfør eru telvað av norðurlandameistaraheitinum í skúlatelving, og hava føroysku unglingarnir lagt varisliga út. Fyrsta umfar varð úrtøkan einans ½ stig, meðan annað umfar eydnaðist heldur frægari við 2½ stigi.
Heiðrikur Tindskarð Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag var stóri maðurin í gjár. Hann telvaði javnt við svarta fólkinum fyrra talvið, og seinna talvið við hvítum vann hann. Báðir mótstøðumenn vóru væl hægri rataðir enn Heiðrikur.
Høgni Egilstoft Nielsen tapti heldur óvæntað fyrsta talvið. Høgni er ein av favorittunum í bólki B, men kom sterkt aftur í 2. umfari og vann trygt. Silas Eyðsteinsson fekk síðsta hálva stigið í gjár móti eini íslendskari gentu.
Samanumtikið ein heldur lak byrjan, men 4 umfør eru eftir at leika, so enn er alt opið, sigur Talvsambandið í tíðindaskrivi.