Hóast tað hevur gingið framúr væl hjá Ole Gunnar Solskjær við fýra sigrum í fýra dystum sum venjari hjá Manchester United, so er hann framvegis ikki favorittur at verða venjari aftur næsta kappingarár.
Veddingarfyritøkurnar eru nevniliga samdar um, at Tottenham-venjarin, Mauricio Pochettino, framvegis er favorittur at gerast nýggjur venjari hjá Manchester United undan næsta kappingarári.
Tó eru oddsini upp á Ole Gunnar Solskjær lækkað. Góðu úrslitini síðani hann tók við hava fingið oddsini upp á hann at lækka frá 4,00 niður um 3,00.
Zinedine Zidane hevur eisini verið nevndur sum ein av favorittunum til at gerast nýggjur United-venjari, men oddsini upp á hann eru hækkað nakað – frá 4,00 upp á 6,00.
Tískil bendir alt á, at tað annaðhvørt verða Mauricio Pochettino ella Ole Gunnar Solskjær, sum skulu standa á odda fyri Manchester United frá komandi kappingarári at rokna.
Hvør er United-venjari fyrsta dyst kappingarárið 2019/20 – odds:
Mauricio Pochettino 2,25
Ole Gunnar Solskjær 2,50
Zinedine Zidane 6,00
Laurent Blanc 11,00
Eddie Howe 11,00
Massimiliano Allegri 15,00
Carlo Ancelotti 18,00
Antonio Conte 18,00
Diego Simeone 21,00
Arséne Wenger 21,00
Didier Deschamps 26,00
Leonardo Jardim 34,00
Kelda: Unibet