– Vit hava roynt at fingið Visit Faroeislands at broyta skránna, har tey siga, at Dalur er í skugga fyri sólini fríggjamorgunin, tá sólarmyrking er. Men tey vita betur enn vit, sigur Bødvar Hjartavardsson í Dali
– Eg havi fingi ein trupuleika nú í sambandi við sólarmyrkingina. Vit hava í eina tíð fyrireikað okkum til tann stóra dagin, tá tað skal gerast myrkt um dagin, sigur Bødvar Hjartavardsson í Dali.
Tað er bygdarfelagði Stígum Fast, sum skal hava Cafe við morgunmati og smurdum breyði allan dagin.
– Um kvøldið fara vit at syngja saman við Jóannis og harmonikuni. Men tann almenna heimasíðan, solareclipse.fo, hevur tveir listar yvir, hvar sólin sæst, men teir eru skeivir, sigur hann.
– Annar listin eitur fysta kontakt kl 8 38. Har stendur Dalur at verða í skugga, og hin listin vísir, hvar fulla sólarmyrkingin sæst kl 9 40, og har skrivað tey, at hon sæst kanska.
– Dalur er ein Eysturbygd, og flest øll vita , ella burdu vitað, at solin rísir í eystri. Vit hava sólina beint út av Víkini, sum myndin vísir, sigur Bødvar Hjartvardsson.
Myndina hevur hann tikið leygardagin.
– Eg havi roynt at fáa Visit faroe ilsland at broyta listan, men fái eg bara at vita, at tey hava serfrøðingar sum siga, at so er, sigur Bødvar Hjartavardsson, sum vónar, at onkur annar kann rætta hendan feilin.