Soleiðis virkar eitt borgarauppskot

Í Danmark ber til at savna undirskriftir til uppskot, sum skulu leggjast fyri Fólkatingið, um tað eydnast fáa 50.000 undirskriftir

 

Og tað er eitt slíkt borgarauppskot, sum vil skapa løgfrøðisliga viðurkenning av samfaðirskapi, sum nú hevur fingið 50.000 undirskriftir.

Í dag hevur uppskotið rokkið 50.000 stuðlum. Tað merkir, at Fólkatingið nú skal viðgera borgarauppskotið.

Les meira um, hvussu eitt borgarauppskot er, og hvat ber til at røkka við teimum:

* Lógin um borgarauppskot var samtykt í Fólkatinginum í desember í 2017.

* Borgarauppskot kunnu setast fram av borgarum við atkvøðurætti til Fólkatingið á heimasíðuni borgerforslag.dk. Tú skalt logga á við NemID og p-tali.

* Fær eitt uppskot stuðul frá 50.000 borgarum innan 180 dagar, so skulu flokkarnir í Fólkatinginum taka støðu til, hvør skal seta uppskot fram sum lógaruppskot í Fólkatinginum.

* Tí sambært grundlógini eru tað bara fólkatingslimir og sjórnarlimir, sum kunnu leggja fram uppskot í Fólkatinginum.

* Síðani verður uppskotið viðgjørt á sama hátt sum onnur uppskot í Fólkatinginum.

* Skipanin við borgarauppskotum var í fyrstu syftu ein royndarskipan, men nú er hon gjørd varandi.

Keldur: Folketinget.dk.

/ritzau/