Nógv foreldur hava fingið stórar rokningar, tí børn teirra hava spælt á teldlum ella snildfonum og hava keypt spøl ella keypt inni í spølum uttan at vita av tí. Sambært Brúkaraumboðnum hevur onkur rokning verið 13.000 krónur.
Orsøkin er, at iPaddar og iPhonir eru instillaðar soleiðis, at um foreldur fyrst knýta eitt gjaldskort at einari iTunes konto og keypa okkurt vegna barnið, so ber til at halda fram at keypa uttan ávaring í 15 minuttir hvørjaferð. Og so er tað, at børn kunnu koma til at keypa fyri nógvar túsund krónur, áðrenn foreldrini varnast nakað.
Men tað ber til at forða fyri hesum á ein einfaldan og lættan hátt á tínum iPad:
1. Far á “indstillinger”
2. Trýst á “generelt”
3. Trýst á “begrænsinger” og trýst eina fýratals kotu, sum tú sjálvandi skalt minnast til
4. Set "begrænsninger" til
5. trýst á “kræv adgangskode” og broyt til “straks”
Harvið skalt tú í hvørjum einstøkum føri vátta fyri keypum við tínum loyniorði.
Um foreldur vilja lata børnum nøkur oyru at brúka, ber eisini til at keypa teimum gávukort á iTunes við avmarkari upphædd.