Tað var í oktobur í fjør, at heimskendu rennarin, Oscar Pistorius, eisini nevndur Blade Runner, varð dømdur fyri at hava skotið og dripið unnustu sína, Reeva Steenkamp. Suðurafrikanski rætturin metti hann vera sekan í Culpable Homicide, revsiverdum manndrápi, og dømdi hann at sita í fongsli í fimm ár við møguleika fyri royndarleyslating um einans 10 mánaðir.
Daily Mail hevur gjørt samrøðu við sakførara hansara, Rohan Kruger, og hann ber tíðindi um hvussu støðan hjá Oscar Pistorius er í løtuni. Hann greiðir m.a. frá, at hann er ógvuliga keddur av hendingini og at hann hevur selt allar ognirnar hjá sær - tað verið seg Audi-bil, list, ur og vápn.
Ákærin krevur, at Oscar Pistorius skal dømast at sita í fongsli í 15 ár fyri tilætlað manndráp. Ímeðan hann bíðar eftir nýggju rættarsakini, situr hann í Kgosi Mampuru-fongslinum í Pretoria, har hann hevur lítið av frælsi. 23 tímar um døgnið er hann avbyrgdur frá hinum fangunum.
- Hann er ógvuliga einsligur og roynir at skotra tað burtur. Hann er avbyrgdur og biður fyri at vera við góðum treysti, sigur sakførari hansara og leggur afturat, at Pistorius er í gongd við 10 mánaðar viðgerðardóm fyri at fáa betri skil á sinnalagnum.
Rohan Kruger sigur eisini, at Oscar Pistorius hevur brúkt alla sína múgvu upp á sakførarar og rættarsakina annars. Hann heldur tó ikki, at hann fer at líða nakra penganeyð tá ið hann kemur úr fongslinum, tí filmsframleiðarar og rithøvundar standa í røð at keypa søguna um lív hansara.