Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu hevur tosað við borgarstjóran, Heðin Mortensen, um hvussu hann heldur tjóðarhátíðina.
Fyri borgarstjóran tykist tað, at ólavsøkan byrjar fyrr í ár.
- Tað fer helst at tykjast fyri okkum sum at ólavsøkan byrjar longu sunnudagin 26. juli, tí tá eru vit bæði Hjørdis og eg boðin til hátíðargudstænastu hjá Jógvani Fríðriksson, biskuppi, í Havnar kirkju, sum tá letur upp eftir at hava verið undir umvæling síðan á nýggjárinum. Tá fara vit eisini til móttøku á Hafnia aftaná.
- Onnur ting, vit royna at fáa at passa inn í kalendaran, eru kabarettin, listaframsýningin hjá Lions og ólavsøkurenningin. Ólavsøkuaftan er tað sjálvandi skrúðgongan og setanin á Vaglinum, kappróðurin, svimjikappingin á vágni, ódnartak og dysturin millum B36 og ÍF. Og so plagi eg at handa útvarpssteypið eftir kappróðurin eisini, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
- Ólavsøkudag fara vit altíð í kirkju um morgunin eftir skrúðgonguna og hoyra kórsang á Vaglinum. Millum 16 og 18 eru Býráðssalurin, Móttøkuhúsið og Ráðhúsið opin fyri almenninginum. Og um kvøldið fara vit sjálvsagt til midnáttarsangin.
- Vit náa helst fleiri mentanartiltøk aftrat, men vit mugu kortini ikki gloyma eisini at vera vertir heima, tí familjan er stór og vanliga hyggur nógv fólk inn á gólvið um ólavsøkuna, serliga eftir kappróðurin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.