Soleiðis gongur við troli og gørnum

Í løtuni eru fýra skip á garnaveiði. Tvey fiska svartkalva og tvey fiska havtasku. Skipini hava brúkiligan fiskiskap.

Seks partrolarapør eru til fiskiskap. Fiskiskapurin er misjavnur, men skipini gera onkur góð hál, verður sagt.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap, og ein annar liggur við bryggju.

 

Seinastu dagarnar hava fimm trolbátar verið til fiskiskap. Væntandi landa fýra teirra í dag og hin fimti seinni í vikuni.

 

- Trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

 

Tvey garnaskip fiska svartkalva, og bæði skipini hava brúkiligan fiskiskap.

 

- Tvey garnaskip fiska eisini havtasku. Annað hevur brúkiligan fiskiskap, og hitt dregur fyrstu ferð í vikuni.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at øll garnaskipini koma inn at landa hesa vikuna.