Katólska kirkjan stendur eftir uttan leiðara eftir deyða Frans páva í dag annan páskadag.
Tað eru ásettar mannagongdir fyri, hvat kirkjan skal gera, tá ein pávi doyr, og ein nýggjur skal veljast.
Flestu ritualir standa í grundlógini hjá katólsku kirkjuni, Universi Dominici Gregis.
Her kanst tú lesa, hvat hendir eftir deyða Frans páva:
* Inntil nýggjur pávi verður valdur, hevur amerikanski-írski kardinalurin Kevin Farrell hægstu ábyrgd av katólsku kirkjuni. Hann hevur heitið camerlengo - ella á okkara máli: kammerverji.
* Tíðarskeiðið uttan páva eitur "sede vacante", sum merkir "tómt stað".
* Camerlengo kunnu tó ikki taka avgerðir, sum hava við sær stórar broytingar fyri kirkjuna.
* Tað var Kevin Farrell, sum skuldi boða frá deyða pávans. Í dag krevur ein slík yvirlýsing heilt einfalt bara ein lækna og deyðsváttan.
* Inntil onkuntíð í 1900-talinum kundi ein pávi ikki verða lýstur deyður, fyrr enn hann varð sligin tríggjar ferðir á pannuna við einum silvurhamara.
* Camerlengo og tríggir hjálparmenn, sum allir eru kardinalar undir 80 ár, fara at taka støðu til, nær líkið av pávanum verður flutt til Pæturskirkjuna, har almenningurin fær høvi at siga pávanum farvæl.
* Teir fýra mugu eisini syrgja fyri, at innsigliringurin hjá pávanum - "fiskimannsringurin" - og hansara persónliga blýinnsigli verða oyðiløgd, so eingin annar kann brúka tey.
* Eingin líkskoðan verður gjørd.
* Camerlengo læsir og innsiglir privata bústaðin hjá pávanum. Bústaður hansara liggur í gistingarhúsinum í Vatikaninum, Santa Marta.
* Kardinalarnir mugu so gera av, nær pávin verður jarðaður.
* Sjálv jarðarferðin verður væntandi í Pæturskirkjuni, men Frans pávi hevur - ólíkt undanmonnum sínum - biðið um at verða jarðaður í kirkjuni Santa Maria Maggiore í Róm.
* Frans pávi hevur biðið um at liggja í einari einfaldari trækistu. Undanmenn hansara vóru harafturímóti grivnir í trimum kistum, sum vóru settar inni í hvørjari aðrari og gjørdar úr ávikavist cypressu, blýi og eik.
* Pávin hevur eisini biðið um, at hann - ólíkt undanmonnum sínum - ikki verður lagdur í eina opna kistu í Pæturskirkjuni.
* Sjálvt valið av nýggjum páva verður framt av kardinalum úr øllum heiminum, sum hittast í Róm eftir deyða pávans.
* Vanliga fylgir ein 15 daga sorgartíð eftir deyða pávans, áðrenn kardinalarnir savnast í sokallaða konklavinum at velja nýggjan páva.
* Men Benedikt pávi, sum var pávi undan Frans páva, gjørdi tað møguligt at byrja tilgongdina fyrr og ásetti, at í mesta lagi 20 dagar skulu ganga frá deyða pávans, áðrenn arbeiðið at velja ein nýggjan kann byrja.
* Fyri at nýggjur pávi skal veljast, krevst tveir triðingar av kardinalunum í konklavinum.
Kelda: Reuters.
/Ritzau/