Soleiðis gekk týsnáttin í Ukraina-krígnum

Ukrainska verjan hevur forðað álopum ímóti Mariupol í nátt.

 

Ein kvinna hyggur út gjøgnum sorlaða vindeyga eftir eitt russiskt bumbuálop í Kyiv í gjár. Í morgun vóru aftur boð um fleiri spreingingar. - Foto: Efrem Lukatsky/Ritzau Scanpix

Meðan ukrainskur ráðgevi heldur, at kríggið í Ukraina endar í síðsta lagi í mai, so eru boð um stórar spreingingar í ukrainska høvuðsstaðnum.

Her er eitt yvirlit yvir hendingar í nátt í ukraina-krígnum:

 

* Ukrainskur ráðgevi heldur, at kríggið kann enda síðst í mai.

Kríggi í Ukraina fer eftir øllum at døma at enda síðst í mai, tá Russland ikki hevur meira útgerð at leypa á grannalandið. Tað sigur Oleksij Arestovitsj, sum er ráðgevi fyri ukransku forsetaskrivstovuna.

* Fleir frásagnir sum stórar spreingingar í Kyiv.

Fleiri keldur siga frá, at tað hava verið fleiri spreingingar í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, tíðliga í morgun.

Ein av keldunum er TV2 tíðindamaðurin Rasmus Tantholt, sum skrivar á Twitter, at hann er vaknaður eftir fleiri harðar spreingingar.

* Ukraina sigur seg hava forðað álopi á Mariupol.

Ukrainska verjan sigur í nátt, at hon hevur steðgað russiskari roynd at taka ræðið á havnarbýnum Mariupol aftur.

Í eini fráboðan frá ukrainska heryvirmannastabinum verður sagt, at russiskar deildir hava tikið seg aftur eftir at hava liðið stór tap.

* Fleiri ukrainar eru fastir á markinum millum Mexico og USA.

Eini 10-20 ukrainskir, russiskir og hvítarussiskir flóttar sita fastir á markinum millum Mexico og USA, meðan teir bíða eftir friðskjóli.

* Biden skal eftir øllum at døma hita NATO leiðarar í Brússel í næstu viku.

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer til Brúsell í næstu viku fyri at hitta Nato-leiðarar fyri at tosa um russisku innrásina í Ukraina. Tað upplýsa keldur, sum vita um málið.

Fundurin verður enn lagdur til rættis, men sambært keldunum fer fundurin eftir øllum at døma at vera 23. mars.

* Samráðingarnar við Russland halda fram í dag.

Samráðingarfólk úr Ukraina og Russlandi hittust í gjár á videofundi fyri at royna at finna enda á krígnum millum londini.

Fundurin førdi tó ikki til nakað av tí stóra, og tí vóru tey samd um at halda fram við samráðingunum í dag. Tað váttar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

Keldur: AFP, AP, Reuters og The Guardian.

/ritzau/

 

 

Ein kvinna hyggur út gjøgnum sorlaða vindeyga eftir eitt russiskt bumbuálop í Kyiv í gjár. Í morgun vóru aftur boð um fleiri spreingingar. - Foto: Efrem Lukatsky/Ritzau Scanpix