Soleiðis gekk náttin í Ukraina-stríðnum

Manningin, sum telur 500, varð flutt av russiska krígsskipinum »Moskva«

Eitt kent russiskt krígsskip stendur í ljósum loga í Svartahavinum, meðan USA umhugsar, hvønn landið skal senda til Ukraina.

Her er eitt yvirlit um hendingar í stríðnum í nátt:

* Ukraina sigur seg hava skotið eftir einum russisku flaggskipið í Svartahavinum.

Flaggskipið hjá russiska svartahavsflotanum, »Moskva«, hevur fingið álvarsligan skaða.

Russland sigur, at skaðin er av eini spreinging í eini krútgoymslu umborð. Men Ukraina heldur uppá, at tey hava framt eitt rakettálop ímóti skipinum.

Manningin, sum telur 500 fólk, er flutt av skipinum, skrivar tíðindastovan Reuters.

* Colombia sigur seg vera tilreiðar at lata Vesturheiminum orku.

Columbila er til reiðar at átaka sær leiklutin at veita londum í Vesturheiminum kol, olju- og gass eins og vetni.

Tað sigur forsetin í Columbia, Iván Duque, við CNN.

* USA umhugsar at senda Joe Biden til Kyiv.

Hvítu Húsini umhugsa í løtuni, um tey skulu senda ein statsmann- ella kvinnu til ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, at hitta forsetan Volodymyr Zelenskyh.

Tað skrivar miðilin Politico.

Millum tey, sum hugsað verður um, er eftir øllum at døma forsetin Joe Biden og varaforsetin Kamala Harris.

* Ngo sigur frá ørgrynni av russiskari propaganda á Tik Tok.

Sambært Tracking Exposet er yvirnøgd av prorussiskari kríkspropagandu á vælumtókta sosiala miðlinum TikTok.

Tað vísir ein frágreiðing frá Tracking Exposed sabært Euronews.

/ritzau/