Miðlar, sum eitt nú Verdens Gang, sum hava fólk í Kiev, siga, at so seint sum klokkan 05 norska tíð í morgun hoyrdust framvegis skot í miðbýnum í Kiev.
Sum skilst, eru skot at hoyra bæði longur burturi og inni í býnum, og internetsambandið hevur verið vánaligt.
Washington Post skrivar, at amerikanskir myndugleikar hava bjóðað sær at hjálpa ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelensky, úr býnum, soleiðis at hann ikki verður tikin ella dripin av russiskum hermonnum.
Men, forsetin hevur sagt, at hann verður verandi, hóast hann er i lívsvanda. Sjálvur segði forsetin á einum net-fundi í gjár, at "... hetta verður kanska seinastu ferð, tit síggja meg á lívi..."
Trygdarráðið í ST hevur arbeitt við einari fundarsamtykt, sum fordømir russisku innrásina í Ukraina, men Russland brúkti vetorættin og steðgaði samtyktini.
Útlendskir miðlar skriva, at tað gjørdist friðarligt í salinum, tá Ukraina bað um, at fundurin mintist tey, sum hava latið lív í krígnum í Ukraina.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, sigur, at USA setir í verk revsitiltøk móti Vladimir Putin og fleiri politikarum, og russiski forsetin hevur fingið innferðarforboð í USA.
Fríggjakvøldið vóru framvegis loftálop og brestir í ukrainska høvuðsstaðnum, og soleiðis hevur eisini verið í nátt. Tað er tó trupult at siga nakað neyvt í løtuni um, hvussu stórur partur av Kiev er undir russiskum ræði.
Sum skilst, hava strandarbýir við Svartahavið - frá russiska markinum í eystri til Moldova í vestri eisini verið fyri bumbuálopum. Útlendskir miðlar siga annars, at russar møta harðari mótstøðu kring ukrainska høvuðsstaðin.
Um 03-tíðina í nátt boðaði ukrainska verjan frá, at tey høvdu bart niður eitt russiskt álop á eina av høvuðsfarleiðunum, sum føra inn til Kiev norðaneftir.
- Vit steðga teimum so væl, sum vit kunnu. Støðan í Kiev er undir eftir av okkara vápnaðu hermegi og okkara borgarum, sigur Oleksei Danilov í ukrainska trygdarráðnum sambært ukrainskum tíðindamiðlum.
Tað var hósdagin, at Russland leyp á Ukraina úr fleiri ymiskum heraðshornum, men enn hevur tað ikki eydnast stóru russisku krígsmaskinuni at berja niður alla mótstøðu í Ukraina.
##med2##