Soleiðis fyrireikar Janus seg til Grand Prix

Í kvøld vísir DR sending við luttakarunum í Grand Prixnum í ár

Í kvøld klokkan 20 vísir DR1 sending um danska Grand Prixið 2024. Tá fer DR at vísa fram tey átta kosnu, sum skulu kappast um sigurin og møguleikan at umboða Danmark í Eurovision í Svøríki í mai.

 

Ein av luttakarunum í Dansk Melodi Grand Prix hesa ferð er føroyski sangarin Janus Wiberg Mortensen, sum skal luttaka við sanginum »I Need Your Love«. Í sendingin sæst, hvussu luttakararnir verða valdir, og hvussu teir fyrireika seg til kappingina, sum verður leygarkvøldið um eina viku.

 

Í ár verður danska Grand Prixið hildið í Konsertsalinum í Konserthúsinum hjá DR.

 

Europeiska kappingin verður í Malmø í Svøríki dagarnar frá 7. til 11. mai.

 

Her kann sangurin hjá Janusi Wiberg Mortensen síggjast:

 

##med2##