* Franska forsetavalið verður hildið í tveimum umførum. Fyrra valumfar er í dag 10. apríl. Seinna valumfarið verður 24. apríl.
* Um ikki eitt av valevninum fær meirilutan av atkvøðunum í fyrra valumfari, so fara tvey tey fremstu valevnini víðari til seinna valumfar. Í ár eru 12 valevni til forsetavalið.
* Tað valevnið, sum fær flestar atkvøður í seinni valumfari, verður forseti.
* Nýggi forsetin verður innsetur við eitt hátíðarhald. Í ár verður rokna við, at tað verður 23. mai.
* Forsetin verður valdur fyri fimm ár í senn. Í 2017 vann Emmanuel Macron úr sosialliberala flokkinum La Répulique En Marche. Hann er aftur millum valevnini á hesum forsetavallinum.
Kelda: The Telegraph.
/ritzau/