Nú jólaaftan er í morgin, eru felagshølini á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn pyntað, jólatræið er komið, og karamellur eru á borðinum. Búfólk, ið vilja, at kømrini eisini verða pyntað, hava fingið tað soleiðis, sum tey ynskja tað.
Tað er siðvenja á Herberginum at eta ein morgunmat klokkan 11 jólaaftan saman við løgmanni og borgarstjóranum í Havn.
Soleiðis hevur verið í fleiri ár, men í fjør foraði korona fyri hesum. Ætlanin er aftur í morgin at fylgja hesi siðvenju, um koronu-støðan loyvir hesum. Tá vit skiftu orð við Martin Kúrberg, var ætlanin at hava morgunmatin.
- Jólaaftansmorgun eta vit breyð við góðum føroyskum viðskera, og her eru búfólk, starvsfólk og annars fólk, sum eru her til dagligt, saman við borgarstjóra og løgmanni. Hetta plagar at vera ein hugnalig løta, sigur Martin Kúrberg, leiðari.
Klokkan 18 jólaaftanskvøld eta tey dunnu og mandlugreyt á Herberginum.
- Vit plaga at lesa jólaevangeliið og syngja nakrar sangir. Búfólk og fólk, sum dagliga koma á Herbergið, fáa gávur, sum fólk lata stovninum, sigur Martin Kúrberg, sum vísir á, at summi binda ymisk pløgg, og so eru tað onnur, sum keypa gávur til tey, sum eru til jólahaldið.
Leiðarin fegnast um, at fólk hugsa um tey heimleysu og øll, sum koma við gávum, eiga eina stóra tøkk, tí gávurnar gleða tey, sum fáa tær.
Hann vísir á, at 11 fastbúgvandi eru á sjálvum Herberginum, og síðan eru tey sjey, sum eru í búfelagsskapi í húsunum á Dalavegi 3. Tey, sum búgva á Dalavegi 3, eru fólk, sum eru betur fyri og fólk, sum partvís fara til arbeiðis.
- Á Dalavegi 3 hava tey innivist og fáa mat og aðrar tænastur frá Herberginum, sigur Martin Kúrberg.
Umframt tey, sum búgva á Herberginum á Dalavegi 1 og í búfelagsskapinum á Dalavegi 3, plaga nøkur fólk, sum ikki búgva á stovninum, eisini at verða við til jólahaldið jólaaftanskvøld.
- Hetta eru fólk, sum ongastaðni hava at fara jólaaftan, og vit royna at syrgja fyri, at eingin situr einsamallur. Soleiðis plaga vit at hava upp í eini 10 fólk, sum ikki búgva her, men sum eru við til jólahaldið, sigur Martin Kúrberg.











