Verkfallið hjá pedagogunum veður hert í morgin, og nú rakar verkfallið so ógvusligt, sum tað kann. Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum sigur í morgun, at tað kanska eru einstakir pedagogar til arbeiðis framvegis, men teir eru fáir, um so er.
Í morgin hendir so tað, at áleið 100 pedagogar aftrat fara í verkfall. Størsti parturin av teimum – eini 80-90 – arbeiða sum stuðlar í fólkaskúlunum og eru sett í starv av Sernámi. Tað merkir, at hesi arbeiða sum stuðlar hjá børnum við serligum tørvi. Hinir pedagogarnir, sum fara í verkfall í morgin, eru at finna í forskúlum kring landið. Har sigur lógin, at ein lærari og ein pedagogur skulu vera í hvørjum flokki. Tað eru tó bert eini fimm forskúlar, sum verða raktir av hesum.
Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum sigur, at nú er verkfallið so ógvusligt, sum tað kann vera.