Soleiðis verjir tú barnið á Youtube

Á Youtube eru brot, sum geva seg út fyri at vera vælumtóktir teknifilmar, men sum síðani vísa seg at vera óhóskandi

Nógv føroysk børn nýta appina Youbube á teldli ella telefon dagliga. Á Youtube eru tó filmar, sum geva seg út fyri at vera vanligir teknifilmar til børn, men sum síðani vísa seg at vera óhugnaligir, voldligir og generelt óhóskandi fyri børn at hyggja at. 

 

 

Tað er torført at verja barnið fyri slíkum tilfari, tí tað er so nógv av tí á appini, og møguleikin fyri at enda á einum slíkum broti er stórur. Til ber tó í vissam mun at avmarka, hvat barn títt hyggur at soleiðis:

 

 

1. Vel "Safety mode." Hetta er funnur tú næstan goymt niðast á síðuni. Safety Mode goymir nakað av óhóskandi tilfarinum, men verri enn so alt.

 

 

Ansa eftir at tú hevur loggað teg inn, og blaða síðani niður til niðasta part av síðuni. Trýst á "Safety" og vel "on". Vel síðani "Lock safety mode on this browser", soleiðis at børnini ikki broyta tað aftur. 

 

 

2. Ger "playlistar".  Safety mode goymir ikki alt tilfar, sum er óhóskandi. Tí, um ein sum leggur brot á Youtube ikki hevur valt at tað skal vera aldursmark á, ella aðrir brúkarir ikki hava viðmerkt tað, so verður tað ikki sílað frá.

 

Eitt ráð er tí at gera ein "playlista" av filmsbrotum, sum tú góðkennir. Hetta gert tú við at velja "Add to" undir filmsbrotinum, og síðani velja listan tú ynskir at goyma brotið á ella gera ein nýggjan lista. 

 

 

3. Vel røttu brotini. Ansa eftir, at tú hevur sæð alt filmsbrotið áðrenn tú velur tað til listanar. Tí vandi er fyri, at brotið er eitt av teimum, sum gevur seg út fyri at vera vanligur teknifilmur, men ikki er tað.

 

 

Ansa eisini eftir brotum av upptiknum telduspølum, har tú hoyrir spælaran tosa. Hetta er ofta sera ljótur málburður. Les eisini Veitst tú hvat títt barn sær á Youtube?

 

 

Kelda: Yahoo.com