Soleiðis verður veðrið í næstu viku

DMI roknar við skiftandi veðri næstu dagarnar

Danska veðurstovan DMI roknar við heystveðri næstu dagarnar. Tað verður nakað av vindi og vátt fleiri av døgunum. Onkrar góðar løtur verða eisini. 

DMI sigur, at mánadagin verða 8-13 m/s av suðri og útsynningi – onkrastaðni upp í 15 m/s. Skýggjað og fyri tað mesta regn – út á dagin ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.

Týsdagin verða 10-15 m/s av suðri og útsynningi, minkandi niður í 3-8 m/s, um náttina av vestri og útnyðringi. Skiftandi skýloft og ælaveður. Hitin millum 6 og 9 stig.

Mikudagin verða 3-8 m/s, vaksandi upp í 10-15 m/s av útnyðringi. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig. Hósnáttina turt og klárt, og vindurin minkar niður í 3-8 m/s, sum frálíður av útsynningi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig. 

Hósdagin vera 3-8 m/s av útsynningi, men út á dagin 8-13 m/s av suðri og útsynningi. Fyri tað mesta skýggjað, men møguleiki verður fyri sólglottum. Hitin millum 5 og 8 stig.

Fríggjadagin 5-10 m/s av útsynningi og suðri. Skýggjað og nakað av regni. Hitin millum 5 og 9 stig.