Soleiðis verður veðrið á jólum

Eitt lágtrýst í ein landnyrðing úr Íslandi flytir seg skjótt í ein eystan móti Noregi og dýpist. Ein tilhoyrandi kuldabrúgv fer í morgun fram við Føroyum av útnyrðingi. Eitt minni lágtrýst fer í morgin fram við okkum, og síðani koma sum frá líður kaldari luft og vetraræl av norðri.

 

Í dag

Lot til andøvsgul av vestri, 3 til 7 m/s. Skýggjað og támut og regn av og á, hitin millum 6 og 10 stig. Seinnapartin øtlar vestanættin og eitt skifti í kvøld verður andøvsgul upp í strúk í vindi, 7 til 12 m/s. Tað klárar í og onkur sólglotti. Hitin millum 2 til 6 stig. Í nátt gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 m/s. Sum frá líður skýggjað og út á náttina regn.

 

Jólaaftan

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og vestri, 8 til 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Fyrst regn, seinni klárar í og ælaveður. Hitin millum 3 og 8 stig. Um náttina sum frá líður andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s. Framvegis ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi og hitin fellur niður móti frostmarkinum.

 

Jóladag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, sum um kvøldið makar í gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin um dagin millum 1 og 5 hitastig, um náttina niður í 2 kuldastig.

 

2. jóladag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri og landnyrðingi, 8 til 13 m/s, út á dagin stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl, og hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum út á dagin makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettings- ella kavaæl og hitin alt døgnið millum 2 kuldastig og 4 hitastig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Yvirhøvur skýggjað og vátaslettingur ella kavaæl. Hitin um dagin millum 1 kuldastig og 4 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.