Soleiðis verður spælt í hálvfinalunum

Lutakast um, hvussu spælast skal í steypakappingini hjá bæði kvinnum og monnum, hevur júst verið í hølunum hjá Hondbóltssambandinum. Í kvinnukappingini verða tvær grannauppgerðir í Havn, og hjá monnum hittast liðini, sum spældu finalurnar um føroyameistaraheitið hjá monnum.

 

Besta kvinnuliðið hjá Kyndil skal royna at basa Neistanum, sum hevur verið mest sum einaráðandi í kvinnukappingini í hesum kappingarárinum. Í hinari hálvfinaluni spæla Stjørnan og VB.

 

KÍF og H71 bresta saman hjá monnum. Jakob Jónsson, venjari hjá kollfirðingum, sigur við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum, at hann er nøgdur við lutakastið.

 

- Serliga frøist eg um, at vit sleppa at spæla steypafinaluna móti grannunum úr Vestmanna, sigur Jakob Jónsson, sum við viðmerkingini væntar, at VÍF vinnur seg eisini í steypafinaluna.

 

Henrik Gerster, venjari hjá VÍF, skal royna at knógva StÍF, áðrenn hann og vestmenningar sleppa at spæla steypafinaluna.

 

- Øll liðini, sum hava vunnið seg í hálvfinalurnar, eru góð. Eg fegnist um, at vit ikki hitta KÍF nú, tí kollfirðingar spæla sera væl í løtuni. Somuleiðis frøist eg um, at vit spæla á útivølli fyrst, so vit hava góðan stuðul í høllini í Vestmanna til seinnu hálvfinaluna, sigur Henrik Gerster við heimasíðuna hjá Hondbóltssambandinum.

 

Lutakastið lagaði seg soleiðis:

 

Kvinnur:

 

Stjørnan vs VB

Neistin vs Kyndil

 

Menn:

 

KÍF – H71

StÍF – VÍF