Soleiðis verður endaspælið í Champions League

Lutakastið um seinasta partin av endaspælinum í Champions League hevur verið seinnapartin í dag.

Helvtin av áttapartsfinalunum eru avgreiddar, og Atalanta, RB Leipzig, Atletico Madrid og PSG eru víðari til fjórðingsfinalurnar.

Í hinari helvtini av áttandapartsfinalunum er bert fyrri dysturin spældur, so støðan har sær í løtuni soleiðis út:

Juventus 0-1 Lyon
Man City 2-1 Real Madrid
Bayern Munich 3-0 Chelsea
Barcelona 1-1 Napoli

Tískil skal seinni dysturin avgreiðast, áðrenn greiða fæst á, hvørji av teimum átta liðunum sleppa víðari í fjórðingsfinalurnar.

Men lutakastið er so avgreitt, og úrslitið gjørdist, at fjórðingsfinalurnar verða sum fylgjandi:

Real Madrid/Manchester City vs. Lyon/Juventus
RB Leipzig vs. Atlético Madrid
Napoli/Barcelona vs. Chelsea/Bayern Munich
Atalanta vs. PSG
 

Samstundis er tað greitt, at hálvfinalurnar verða soleiðis:

Vinnari fjórðingsfinala 1 vs. Vinnari fjórðingsfinala 3
Vinnari fjórðingsfinala 2 vs. Vinnari fjórðingsfinala 4
 

Eisini varð endaliga lutakastið til Europa League avgreitt, og har gjørdist úrslitið soleiðis:

Shakhtar Donetsk/Wolfsburg vs. FC Basel/Eintracht Frankfurt
Manchester United/LASK vs. FC Copenhagen/Istanbul Basaksehir
Inter Milan/Getafe vs. Bayer Leverkusen/Rangers
Wolves/Olympiacos vs. Roma/Sevilla