Soleiðis vann VÍF á Kyndli (Rás2)

(Rás2) Hoyr ein samandrátt av 2. FM-finaluni hjá kvinnum VÍF-Kyndil 26-23 (10-10)

VÍF hevur tryggjað sær rættin til at spæla ta triðju FM-finaluni í hvonndeildini.

 

Liðini hava nú vunnið hvør sína FM-finalu. Mikukvøldið vann Kyndil á heimavølli 19-16, og í dag vann VÍF 25-22 í 2. finaluni, ið var leikt í Vestmanna. Hálvleiksstøðan var javnleikur 10-10.

 

Dagsins spælari var Durita C. Jojic hjá VÍF, ið skoraði 10 mál. Marianna G. Eystberg var toppskjútti hjá Kyndli við sjey málum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein samandrátt av dystinum. Hilmar Jan Hansen segði frá á Rás2. Claus Rasmussen var viðmerkjari.

 

3. FM-finalan verður spæld í Vestmanna í morgin klokkan 16.

 

Rás2 sigur sjálvandi frá dystinum. 

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við Duritu C. Jojic, toppskjútta hjá VÍF hoyrist HER

 

Samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við annan av Kyndils-venjarunum, Christoffur G. Nielsen hoyrist HER