Samstundis er nýggja bókin ?The Beatles Anthology? eisini at fáa kring allan heim. Hetta er einasta bók, har allir beatlarnir hava verið við til at sett saman - Yoko Ono Lennon umboðar John Lennon. Í eini greinarøð fyri Sosialin fer Niclas Johannesen at viðgera bókina og fyribrigdi The Beatles.
Hon vigar meira enn seks pund. Inniheldur fleiri enn 1300 myndir og telur 340.000 orð. Og hon er skrivað ella útgivin, av the Beatles.
?The Beatles Anthology? er nú til sølu kring at kalla allan heim, og verður søgd at vera síðstu orðini frá - ið hvussu er frá John, Paul, George og Ringo - um tað, ið væl saktans kann kallast heimsumfatandi Beatles-hugtakið. Frammanundan vóru longu bíløgd 1,5 milliónir eintøk, og bókin verður í fyrstu syftu prentað á átta ymsum málum.
Hundraðtals samrøður
George Harrison, Paul McCartney, Ringo Starr, og Yoko Ono Lennon hava brúkt farnu seks árini til at fullgera verkið. Savnað hava verið hundraðtals samrøður, sum John Lennon hevði við journalistar og onnur, áðrenn hann varð myrdur í 1980.
Haraftrat hevur Beatles produsarin George Martin eisini luttikið í arbeiðnum, aftrat fyrrverandi Beatles tíðindastjóranum Derek Taylor, sála, og núverandi stjóranum á Beatles fyritøkuni Apple Neil Aspinall.
The Beatles eru uttan samanbering mest viðgjørdi bólkurin nakrantíð. Í so máta er onki nýtt undir sólini í ?The Beatles Anthology?, siga tey, ið hava lisið bókina. Men hetta er einasta verkið, har allir fýra limirnir geva sína egnu upplivingar av Beatles døgunum. Og stundum eru upplivingarnar hjá teimum fýra ikki í samsvari við hvørja aðra.
Skrøggsøga
Ein av seigastu søgunum hevur verið, at The Beatles royktu marijuana á wc?inum á Buckingham Palace, beint áðrenn teir fingu handað MBE heiðursteking frá drotningini. Tað er eisini soleiðis, at John Lennon minnist hendingina í ?Anthology?. Men George Harrison vísir á, at hetta ikki er satt.
Vit royktu ongantíð marijuana á wc?inum. Tað, sum hendi var, at vit bíðaðu, inntil tað bleiv okkara tørn og vit vóru so fjáltursstungnir, at farið varð á wc?ið at bíða. Og har royktu vit eina sigarett - vit vóru allir roykjarar í teirri døgum. Eg eri vísur í, at John nøkur ár seinni hevur hugsað aftur og sagt, ?á ja, vit fóru á wc?ið og royktu? og harfrá bleiv tað til, at vit høvdu roykt marijuana. Men tað gjørdu vit ongantíð?, sigur George Harrison í bókini.
Ringo Starr er hinvegin minni sannførdur. ?Eg eri ikki heilt vísur í, um vit royktu ein feita ella ikki. Tað var undir øllum umstøðum løgið at vera staddur á slottinum.
50 pund um vikuna
Ein onnur, kanska ikki so kend søga er, at teirra managari Brian Epstein fyrst í 60?unum bjóðaði teimum at fáa fasta løn restina av lívinum. 50 pund um vikuna! Hóast teir vóru fátækir um hetta mundið og ikki høvdu lagt heimin fyri teirra føtur, so vóru boðini til Epstein: ?Nei, takk. Vit taka kjansin, Brian. Vit vilja risikera at tjena eitt sindur meira enn 50 pund um vikuna?, minnist George Harrison.
?The Beatles Anthology? kemur út meira enn tredivu ár aftan á dramatiska og beiska Beatles skilnaðin.